Í løtuni eru 103 fólk smittað við covid-19 í Føroyum.
Hetta er hægsta tal síðani dagarnar eftir ólavsøku í fjør, tá ið talið kom upp á 147 tilburðir at venda.
Síðani ólavsøku í fjør hava verið nøkur smærri útbrot. Eitt var í september í fjør, tá ið góð 40 fólk høvdu smittuna samstundis. Á jólum í fjør høvdu 66 fólk smittuna eitt skifti. Og eftir hvítusunnu í ár var talið upp ímóti 50 í nakrar dagar.
Samanlagt hava 880 fólk í Føroyu fingið staðfest covid-19 smittuna.