Nú eru tað mest yngri kvinnur, sum fáa fosturtøku í Føroyum.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Sum vit lósu fyrr í dag, er talið á fosturtøkum í Føroyum, rættiliga lágt. Les meiri um tað við at trýsta her HER
Men umframt at talið á fosturtøkum í Føroyum, er alsamt fallið hesi seinastu 30 árini, er aldursbýtið á teimum, sum fáa fosturtøku, eisini nógv broytt.
Fram til 1990-ini vóru tað javnt nógvar kvinnur, sum fingu fosturtøku í øllum aldursbólkinum frá 20 ár til 40 ár, men kortini vóru tær flestu kvinnurnar, sum fingu fosturtøku yvir 25 ár.
Men nú eru tað mest ungar kvinnur í aldrinum 20-24 ár, sum fáa fosturtøku, samstundis sum at talið á eldri kvinnum, sum fáa fosturtøku, er nógv lækkað.
Í Føroyum eru tað annars 39 fosturtøkur fyri hvørji túsund børn, sum verða fødd og tað er nógv lægst í øllum Norðurlondunum. Næst eftir okkum er Finnland, har talið á fosturtøku er 170 fyri hvørji túsund børn, sum verða fødd og í Danmark eru 264 fosturtøkur í Danmark fyri hvørji túsund børn, sum verða fødd. Sostatt er talið sjey ferðir so høgt í Danmark sum í Føroyum.
Í Svøríki, har tað er hægst, er talan um 331 fosturtøkur fyri hvørji túsund børn. Her er Grønland ikki talt við, tey eru í eini serstøðu, tí har eru líka nógvar fosturtøku sum tað vera fødd børn.
Men vit hava ikki bara lægsta talið á fosturtøkum í Føroyum, tí føroyskar kvinnur fáa eisini flest børn av øllum kvinnum í Norðurlondum.
Ein kvinna í burðarførum aldri í Føroyum fær 2,6 børn í miðal, men ein kvinna í Danmark fær 1,8 børn og í Noregi fær hon 1,7 børn. Og tey, sum eru tald við í hesum føri, eru kvinnur ímillum 15 og 49 ár.