Góð 40 tons vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag, og tað mesta var frá tveimum trolbátum. Góð 17 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri meðalprísin 15,85 krónur, toskur III fyri 14,88 krónur, og toskur IV fór fyri meðalprísin 12,15 krónur fyri kilo.
Góð 10 tons vóru av hýsu. Hýsa II fekk meðalprísin 11,51 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 12,93 krónur.
Umleið trý tons vóru av havtasku og tað sama av reyðsprøku. Havtaska II fór fyri 29,32 krónur í meðal, reyðsprøka II fór fyri 10,39 og reyðsprøka III fyri 10,56 krónur fyri kilo í meðal.