Í dag var meginparturin av nøgdini, sum seld var á uppboðssølu, toskur 3 og 4. Sløk 80 tons vórðu seld á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun.
Av hesum var umleið 68 tons toskur. Nøgdirnar av toski 3 og 4 vóru tær størstu, ávikavist 21,2 og 31,7 tons.
Miðalprísurin á toski 3 var 16,83, og miðalprísurin á toski 4 var 12,89 krónur fyri kilo.
Næst størstu nøgdirnar vóru hýsa, ávikavist 5,3 tons av hýsu 2 og sløk 4 tons av hýsu 3.
Hýsa 2 fekk miðalprísin 18,25, og hýsa 3 fekk miðalprísin 15,54.
Tey sløku 80 tonsini vórðu seld fyri stívliga 1,1 miljónir krónur, og hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 14,12 krónur fyri kilo.