Mest tos í triðja Stieg Larson filminum

Nakrar actionscenur eru, men mest er hetta ein tosifilmur við nógvum eldri sjónleikarum.

Triðji og seinasti filmur um Lisbeth Salander er nú komin á skíggjan.

"Luftkastellet der sprængdes" er beinleiðis framhald frá seinasta filminum "Pigen der legede med ild". Tá kom Lisbeth illa fyri í endanum av filminum.

Av somu orsøk er stórur partur av hesum filmi á sjúkrahúsi og í rættarsalinum.

Nakrar actionscenur eru, men mest er hetta ein tosifilmur við nógvum eldri sjónleikarum.

Lisbeth Salander (Noomi Rapace) trøllbindur, og er tað ein sonn frøi at síggja, hvussu hon, so at siga, altíð hevur tak á støðunum, hon rótar seg út í. Mikael Blomqvist (Michael Nykvist) hevur eisini ein stóran leiklut, men tíanverri eru Listbeth og Mikael sjáldan í sama rúmi.

Spurningurin er, um hesin filmurin ikki líka so gott hevði kunnað verið tann sjónvarpsfilmur, hann upprunaliga var ætlaður at verða.

Hann hevur ikki líka nógvar actionscenur sum fyrru filmarnir, og søgan er ikki líka grípandi. Stundum kendist filmurin eitt sindur langdrigin.

Her skal eisini nevnast, at ljóðið var út av lagi vánaligt seinasta tíman.

Hóast hesin filmur ikki er líka góður sum teir fyrru, so vil eg tó mæla til at síggja hann, eftirsum hann dregur samanum søguna hjá Salander. Ein fer eisini úr biografinum við einari góðari kenslu av, at rættvísi altíð sigrar at enda.


3 stjørnur av 6