Mest sum onga ávirkan

Avtalan við Magn hevur ikki avgerandi ávirkan á fíggjarligu støðuna hjá SEV

Á aðalfundinum hjá SEV í gjár, var eitt av høvuðsmálunum atkvøðugreiðsla um, hvørt nevndin skuldi fara undir samráðingar við Magn um at gera eitt dótturfelag saman, sum skal standa fyri orkuframleiðsluni frá vindmyllulundini í Húshaga.

 

Ein av orsøkunum til at gera eina slíka avtalu um eitt dótturfelag, er at á hendan hátt kann Magn spræna nakað av peningi inn í SEV. Tí er áhugavert at vita, um tað fær nakra fíggjarliga ávirkan fyri SEV, um ætlanaravtalan, ið var umrødd, tá SEV av fyrstan tíð søkti um loyvi at gera vindmyllulundina í Húshaga, nú verður av ongum.

 

- Nei, tað fær onga beinleiðis ávirkan á virksemi hjá SEV, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, og greiðir frá, at soleiðis sæð er eingin beinleiðis fíggjarlig orsøk til at fara inn í eitt samstarv við Magn ella nakran annan privatan aktør.

 

- Skipanin, við at leggja orkuframleiðsluna í dótturfeløg er áløgd okkum av landinum. Hetta er ikki eitt ynski frá nevndini, men í fyrsta lagi eitt krav frá Jarðfeingi og landsins myndygleikum, sum SEV má lúka. Síðani opnar skipanin við dótturfeløgum fyri møguleikanum at gera samstarv við onnur feløg um at eiga partar av hesum dótturfeløgum, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Eingin avgerð varð tó tikin á aðalfundinum hesum viðvíkjandi. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, mælti til at útseta atkvøðugreiðsluna til ein eykaaðalfund, og hesum tók aðalfundurin undir við.