Fótbóltur
FSF hevði bjóðað til venjaraskeið serliga fyri kvinnur, og 9 kvinnur kring landið tóku av tilboðnum um skeiðið, ið er tað fyrsta í venjaraútbúgvingini hjá FSF.
- Tað er ikki tí, at hetta skeiðið er øðrvísi enn hini B1 skeiðini, vit halda. Men vit hava valt at hava eitt serligt skeið fyri kvinnur, tí vit ynskja at fáa fleiri kvinnur at taka á seg venjarauppgávur í feløgunum, og royndirnar vísa, at tað er lættari at fáa kvinnurat koma á skeið, um tær vita at aðrar kvinnur eru við eisini, sigur Virgar Hvidbro, sum er útbúgvingarsamskipari hjá FSF.
Við tað at eftirspurningurin at koma á venjaraskeið er rættiliga stórur, sluppu 8 mans á bíðilista eisini við til skeiðið, sum varð hildið farna vikuskifti.
Komandi vikuskiftið verður aftur eitt B1 skeið, og tað hevur leingi verið fullteknað.
B1 venjaraskeiðið tekur útgangspunkt í venjing av smáum børnum. Evnið er grundleggjandi venjing og barnafótbóltur. Til praktisku venjingarnar á Niðara Vølli í Gundadali høvdu feløgini AB, B36 og HB funnið børn og ung, ið vóru sinnað at gera eftir boðunum hjá komandi B1-venjarunum.