Mest sum alt er fríviligt arbeiði

Nýggi bygningurin vesturi á Zarepta, sum verður róptur Niðaralon, er nú tikin alment í nýtslu, og til móttøkuna í dag høvdu yvir 300 fólk leitað sær vestur at síggja húsini og taka lut í hátíðarløtuni.

 

Poli Vang hevur verið ein teirra, ið hevur staðið fyri arbeiðinum hesi trý árini, byggingin hevur vart. Trúfastur hevur hann møtt upp so gott sum hvønn arbeiðsdag har vesturi, hann og nakrir mans afturat sær.

 

Hesi trý árini hava teir havt fastar arbeiðsdagar tríggjar ferðir um vikuna, og hóast uppmøtingin hevur verið misjøvn og at tað til tíðir eru komnar áheitanir av Zarepta til brøðrasamkomurnar kring landið um at taka lut í byggiarbeiðinum, so eru nakrir, sum hava møtt upp trúliga, so hvørt sum hvønn arbeiðsdag.

- Onkrir av okkum eru vorðnir pensjónistar, so vit hava havt tíð at gingið her vesturi og arbeitt, sigur Poli Vang við einum stórum smíli, nú dyrnar eru latnar upp og kømurini tikin í brúk. Men, sigur hann, tað eru ikki bara teir gomlu, sum hava stríðst.

- Ein bólkur av ungum úr Eysturoynni hava verið her mest sum hvønn leygardag, vit hava arbeitt og tey hava gjørt eitt megnararbeiði fyri okkum eisini, sigur hann.

 

Arbeiðsdagarnir hava verið tríggjar ferðir um vikuna frá august til mai mánað, og steðgur hevur so verið meðan familjulegur og summarlegur hava verið í summarmánaðunum.

- Ein stórur partur av øllum arbeiðinum er gjørdur av frívilligari arbeiðsmegi. Uttandura hava vit fingið góða, køna og professionella hjálp til nógv, men innandura er tað so gott sum bara gólvklædningin, vit ikki hava lagt sjálvur, sigur Poli Vang.

 

Hann er sum vera man sera fegin um, at so langt er komið áleiðis við húsunum. Tey eru tó ikki liðug enn og Poli Vang viðgongur, at júst nú eru hann og hinir arbeiðsmenninir móðir, so summarsteðgurin kemur væl við. Enn veit hann ikki, nær farið verður undir at gera restina av húsinum.

- Tað er ein spurningur um orku, bæði hjá arbeiðsfólki og fíggjarliga orku. Tó so, lítið manglar í at gera spælihøllina lidna, men svimjihøllin er ein størri undirtøka, sigur Poli Vang.