Mest spennandi í Klaksvík

Kvinnurnar hjá VÍF skulu til Klaksvíkar leygardagin at spæla ímóti Stjørnuni. Liðini liggja púra jøvn í stigatalvuni, og bæði hava tørv á sigrinum fyri at hótta oddaliðið VB, sum hevur torføran dyst á Skála. Botndystur verður í Runavík millum Tjaldur og Neistan

Nú verður farið undir seinna hálvu av landskappingini hjá kvinnum. Stigini eru skorin niður í eina helvt, og hetta hevur við sær, at liðini liggja sera tøtt undan fyrsta umfarinum, sum verður leikt leygardagin.
Tríggir dystir eru á skránni, og teir eru allir áhugaverdir á hvør sín hátt. Allir dystirnir eru fluttir fram til leygardagin, so at eingin dystur er sama dag sum landsdysturin hjá monnunum móti Ísrael.

Oddadystur í Klaksvík
Í Klaksvík tekur Stjørnan ímóti VÍF. Serliga VÍF hevur verið væl koyrandi seinastu dystirnar, og munurin upp til VB er minkaður í stórum. Nú er støðan tann, at VB er á odda við níggju stigum, meðan VÍF og Stjørnan hava átta stig í part. Kvinnurnar úr Vestmanna hava tó munandi betri málmun.
Tey bæði liðini á øðrum og triðja plássi møtast leygardagin í høllini í Klaksvík. Hesin dysturin er óivað tann mest áhugaverdi í hesum umfarinum. Umframt at tey liggja jøvn í stigatalvuni, so skulu bæði liðini hava ein sigur, so at VB ikki aftur dregur frá.
Bæði liðini fara tí eftir sigrinum sunnudagin, og VÍF er kanska at meta sum ein lítil favorittur frammanundan, tí kvinnurnar úr Vestmanna hava víst styrki í seinastuni. Stjørnan hevur tó áður víst, at tær kunnu basa VÍF. Seinast hesi bæði liðini hittust, vann VÍF stórsigur í Vestmanna.

VB torføran útidyst
Vágskvinnur skulu hesuferð møta StÍF á útivølli, og hetta er ein sera torførur útidystur hjá oddaliðnum. VB legði ógvuliga hart út í hesum kappingarárinum og vann allar teir fyrstu dystirnar. Men síðani kom stígur í, og hini liðini hava minkað um munin upp til vágbingar.
StÍF er kann framvegis blanda seg í dystin um heiðursmerkini. Liðið liggur bara trý stig aftanfyri VB og við einum sigri sær alt ógvuliga áhugavert út hjá kvinnunum av Strondum.
Væntandi er tó at VB fer at basa kvinnunum hjá StÍF, sum fyrr í ár hava víst, at tær kunnu bíta frá sær. Dysturin verður leiktur leygardagin í høllini á Skála.

Botndystur í Runavík
Leygardagin hittast bæði botnliðini, Tjaldur og Neistin í høllini í Runavík. Tjaldur hevur bara eitt stig við sær í endaspælið, meðan Neistin er næstniðast við fimm stigum. Tað var óivað ikki ætlanin hjá Neistanum, at tær skuldu liggja so illa fyri, t.v.s. næstaftast í stigatalvuni, nú endaspælið fer at bakkastokki, men tær hava framvegis góðan møguleika at gera seg galdandi.
Tjaldur skal tískil hava okkurt burturúr hesum dystinum. Við einum tapi liggur liði enn meira rótfest í botninum. Við einum sigri kann liðið hinvegin toga seg inn á Neistan og hini liðini.
Neistin hyggur óivað heldur uppeftir enn niðureftir. Neistakvinnur kunnu vinna seg upp á sjey stig við einum sigri, og so eru tær brádliga við í dystinum um heiðursmerki.