MEST skal veita meira streym í Suðuroynni

SEV hevur valt MEST til veitara av nýggjum motori til Vágsverkið. Sáttmáli varð undirskrivaður sunnukvøldið

SEV hevur valt MEST til veitara av nýggjum motori til Vágsverkið. Sáttmáli varð undirskrivaður sunnukvøldið.

 

Eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroynni er øktur nógv seinasta árið vegna økt virksemi. Tí skal streymveitingin í oynni styrkjast komandi árini. SEV hevur nú gjørt at at byggja Vágsverkið út við einum motori afturat verandi megi.

 

Í hesum sambandi varð útbjóðingartilfar gjørt og ymisk krøv sett til møguligan veitara. Úrslitið av útbjóðingarumfarinum er, at SEV hevur valt MEST sum veitara av nýggja motorinum.

 

Talan er um eina nýggja generatoreind til Vágsverkið, sum er ein Wärtsilä motorur typa 9L32 og ein generator av slagnum ABB við eini samlaðari effekt á 3974kWe.

 

– Hetta er ein nýgg framkomin loysn, sum tryggjar SEV økta streymveiting í Suðuroynni komandi árini. Motorurin verður latin í summar. Vit eru sera fegin um, at SEV hevur valt MEST sum veitara av hesi týdningarmiklu útbygging í Suðuroynni, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.