Hjá MEST verðir nógv gjørt burturúr at marknaðarføra tænastur, sum teir kunnu bjóða til skipavinnuna. Seinasta stigi, teir hava gjørt fyri at marknaðarføra seg, er, at teir hava verið í Murmansk í Russlandi og fundast við reiðaríir og reiðarafeløg. Hetta hevur eydnast sera væl, og teir eru væl nøgdir, nú teir eru komnir aftur til landið.
- Vit høvdu avtalu við umboð fyri nøkur reiðaríir, men vit fingu so eisini Faroe Agency á banan, og hetta gjørdi at vit komu í samband við eini 10 - 12 reiðarí, tvey reiðarafeløg og umboð fyri myndugleikar. Hetta hevur givið okkum nógv fleiri kontaktir í russiska flotanum, greiðir Hans Jacob Poulsen frá.
Endamálið við ferðini var fyrst og fremst at koma í beinleiðis samband við kundarnar hjá MEST, soleiðs at teir harvið kunnu spara millumliðið burtur, og harumframt at skapa nýggjar kontaktir.
- Vit hava verið í beinleiðis sambandi við teir, sum taka avgerðirnar, tá skip skulu umvælast, í dokk ella keypa aðrar tænastur, og hetta er tann besti mátin at gera tað uppá, sigur Hans Jacob Poulsen.
Fokusera upp á møguleikarnar
Tað vóru sera jaligir fundir, umboðini fyri MEST og Faroe Agency høvdu í Russlandi. Hans Jacob Poulsen heldur tað vera umráandi, at vit fokusera upp á tað, vit duga, og at vit gloyma forðingarnar.
- Vit møttu stórari vælvild, og fingu nógv meri burturúr, enn vit væntaðu. Tað er eingin loyna, at vit kundu gjarna havt meira at gjørt á skipasmiðjunum. Føroyingar eru dugnaligir handverkarar, og vit royna at marknaðarføra hetta handverkið til russar, sum jú hava fleiri skip á hesum leiðum, og nú vita teir nógv meira um, hvørjar tænastur vit kunnu bjóða teimum í Føroyum. Vit duga hetta handverkið, og tí kunnu vit vísa teimum á hvørjir møguleikar liggja í Føroyum og hjá okkum, sigur Hans Jacob Poulsen, keyps- og søluleiðari á MEST.









