MEST úr hondini í munnin

- Tað hevur eydnast okkum at fáa nøkur fyrifallandi arbeiði, sum halda einum ávísum virksemi uppi, men støðan er vorðin soleiðis, at vit sjáldan vita frammanundan, hvat liggur fyri framman, sigur bedingsmeistarin á skipasmiðjuni MEST í Havn, Kristoffur Lützen

Ídnaður

Tvey skip standa uppi á bedingini hjá MEST í Havn í løtuni. Tey eru strandfaraskipið Ternan og línuskipið Venus. Línuskipið Hoyvíkingur hevur eisini fingið sínar ábøtur á bedingini og við bryggjuna.
Við vestaru bryggju liggja annars tveir djúpvatnstrolarar úr Hvalba - Steintór, sum eldur kom í fyri eini tíð síðan og Sjagaklettur.

Ymiskt fyrifallandi
Kristoffur Lützen, bedingsmeistari hjá MEST í Havn, sigur, at teir hava fingist við aksilin á Venusi, har ein pakkdós er farin. Skipið kom upp á bedingina mánadagin og er nú um at verða liðugt.
- Vit gera Ternuna klára til sigling um Nólsoyarfjørð. Skipið hevur staðið uppi í eina tíð, og her hevur verið nógv ymiskt at gera. Tað gongur framá við at fáa skipið liðugt, men eg haldi ikki, at nøkur ávís tíðarætlan er løgd fyri, nær Ternan skal verða liðug.
Kristoffur sigur, at Ternan hevur verið til vanligt eftirlit har eitt nú tangar og ventilar eru eftirhugdir, eins og skrokkurin hevur verið til eftirlit.
- Skrokkurin skal reinsast inn á reint stál, og síðan skal hann málast av nýggjum, leggur hann aftrat.
Bedingsmeistarin sigur, at umvælingarnar av skaðanum, sum Steintór fekk, eru um at verða lidnar.
- Eldurin var í maskinrúminum, sum tó ikki fórst nakað serligt, men tað eru serliga kaðlar og el-instalatiónir, sum eru brendar ella hava fingið skaða, sigur hann.
Kristoffur Lützen sigur, at teir serliga fáast við motorin umborð Sjagakletti, sum er til eftirlit og er tikin sundur, men hann væntar, at skipið verður klárt at loysa aftur í hesi vikuni.

Hondini í munnin
Spurdur, hvussu næstu mánaðirnir síggja út á bedingini í Havn, sigur bedingsmeistarin, at MEST yvir longri tíð ikki hevur havt so nógv ítøkiligt fyri framman.
- Men tað hevur víst seg, at tá nøkur arbeiði eru liðug, er okkurt nýtt á skránni. Vit vóna, at tað eisini verður soleiðis hesaferð, nú nøkur arbeiði verða liðug, sigur hann.
Kristoffur Lützen vísir á, at MEST soleiðis meiri at kalla livir av tí, sum er úr hondini í munnin – um vit so kunnu siga.
- Men hetta hevur so gingið higartil, nú partur av heimaflotanum ikki hevur havt sínar bestu dagar, leggur hann aftrat.

Tvey á Skála
Bedingsmeistarin í Havn var staddur á MEST Skála, tá vit høvdu orðið á hann í morgun.
- Vit hava brunnbátin Víking uppi á bedingini. Her verða nakrir metrar av stáli skiftir, og síðan hava vit flakatrolaran Enniberg inni í dokkini.
Kristoffur sigur, at MEST hevur eisini eitt ávíst virksemi á bedingini í Vestmanna og í Runavík, har mest verður arbeitt við rustfríum stáli og framleiðslutøkni.
- Vit liggja framvið og kappast við aðrar um at fáa tey arbeiðir, sum koma undan kavi, og síðan vóna vit, at vit eru nóg góðir og kappingarførir um hesi, sigur bedingsmeistarin í Havn, Kristoffur Lützen.