MEST nýggjan stjóra

Frithleif Olsen er farin frá sum fyribilsstjóri í P/F Mest, og Mouritz Mohr er í dag settur sum stjóri í fyritøkuni. Mouritz Mohr hevur í mong ár havt álitisstarv í fyritøkuni, og er í dag settur sum stjóri, boðar Mest frá.

Hann avloysir Frithleif Olsen, sum varð settur fyribilsstjóri eftir at Eyðfinn Egholm fór frá sum stjóri tann 8. mars í ár.

P/F Mest hevur havt tað strævið fíggjarliga seinastu tíðina. Virksemið hevur verið minkandi, og tað hava verið fleiri uppsagnir í fyritøkuni.

Felagið hevði aðalfund hin 15. juni í ár, og roknskapurin, sum vísti eitt hall upp á gott og væl 5 milliónur krónur fyri skatt, varð góðkendur.

Eisini er nýggj nevnd vald á aðalfundinum.

Frithleif Olsen og Malan Johansen vórðu afturvald, meðan Hendrik Egholm,

Árni Ellefsen og Hans Mortensen vóru nývaldir nevndarlimir.

Nevndin hevur skipað seg og Hans Mortensen er formaður.