Vinna
Navnið á toftamanninum, Arna Carlsen, gongur ikki so sjáldan aftur, tá talan er um nýggja tøkni til føroyskt vinnulív.
Soleiðis er eisini í hesum førinum, nú saltfiskavirkið Vaðhorn Seafood á Strondum í summar tók nýggjan virkisbygning í nýtslu.
Í nýggju hølunum, sum eru umleið 1100 fermetrar stór, hevur felagið nú alla skering og ráfiskagoymslu.
Íleggingarband
MEST í Runavík, sum er fyrrverandi FJM, hevur gjøgnum mong ár verið stórur veitari av rustfríum loysnum til føroysk virki og skip. Men felagið hevur eisini gingið á odda í fleiri menningarverkætlanum innan framleiðslutøkni.
Tá skeringin hjá Vaðhorn Seafood varð flutt úr gomlu hølunum og sett uppaftur í nýggja virkisbygninginum, setti MEST eisini upp eitt sjálvvirkandi íleggingarband.
Nýggja bandið er samstundis nýggj tøkni, sum MEST hevur ment.
Nýggja íleggingarbandið, sum stendur aftanfyri saltsproytuna, ger, at arbeiðsfólk ikki longur noyðast at bukka seg niður og leggja fiskin í kørini.
Hetta tekur nýggja bandið sær av.
MEST hevur fingið patent upp á hesa uppfinning, og nú hevur Vaðhorn Seafood bílagt tvey slík bond aftrat.
Kaisten Rasmussen, virkisleiðari hjá MEST í Runavík, sigur, at tey nú arbeiða við tveimum nýggjum íleggingarbondum, sum skulu latast virkinum um mánaðarskiftið januar/ februar næsta ár.
Hann sigur, at eitt slíkt íleggingarband stendur til hvørja hvørja saltsproytu. Vaðhorn Seafood hevur fýra slíkar saltsproytir, og tá várið kemur, fara tríggjar av hesum at hava sjálvvirkandi íleggingarbond.
- Tað er prototypan, sum stendur uppi á Strondum, og hon vísir seg at rigga væl, samstundis sum hon lættir um arbeiðsgongdina, sigur Kaisten Rasmussen.
Skannari til vraking
Í nøkur ár hevur MEST arbeitt við einum skannara, sum skal avloysa vrakaran á einum slíkum virki.
- Hetta er ein skannari, sum vit hava arbeitt við í ymiskum samanhangum, sigur virkisleiðarin í Runavík.
Hann vísir á, at nú verður fiskurin, sum verður virkaður hjá Vaðhorn Seafood vakaður við hesum skannara, og tað vísir seg, at hann vrakar 100%, sum virkisleiðarin tekur til.
- Skannarin skannar litirnar á flakinum ella flakta fiskinum og við teimum royndum, sum gjørdar eru við samanburði millum manuella vraking og skanning, vísir tað seg, at sjálvvirkandi skanningin vrakar betri enn arbeiðsfólk annars gera.
Kaisten Rasmussen sigur, at skannarin, sum nú vrakar fisk hjá Vaðhorn Seafood, er gjørdur til skanning av saltfiski.
- Vit arbeiða víðari við hesi verkætlan, og ætlanin er eisini, at skannarin skal kunna brúkast til eitt nú vraking av øðrum fiski, leggur virkisleiðarin aftrat.