Mest letur stórt køli- og buffarakar til Mowi

- Karið verður brúkt til buffara, køling og útbløðing av laksi til tess at fáa ta bestu góðsku úr fiskinum.

 

Tað vóru ikki sørt spennandi myndir, tá nýggja 30 rúmmetra buffara- og kølikarið - "Twister” - var flutt til Mowi á Strondum.

 

Sum sæst á myndunum, var neyðugt við stórum lastbili og løgregluni at fylgja við á túrinum umvegis undirsjóvartunnilin millum Runavík og Strendur.

 

- Karið verður brúkt til buffara, køling og útbløðing av laksi til tess at fáa ta bestu góðsku úr fiskinum.

 

Hjá Mest siga tey, at tey í desmeber í fjør lótu eitt líknandi buffarakar til Bakkafrost, men hetta kar var nakað minni enn karið hjá Mowi.

 

##med2##

 


 

 

Neyðugt var við stórum lastbili og løgreglu til flutningin, sum her er í Eysturoyartunlinum.