Mest línufiskur á uppboðssøluni

Góð 98 tons vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaði Føroya í dag, og tey fóru fyri eina millión og 470.000 krónur.

Umleið 20 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 16,32 krónur í meðal, toskur III fyri 15,83 krónur og toskur IV fyri 14,22 krónur í meðal.

Umleið 16 tons vóru av hýsu. Meðalprísurin á hýsu I var 14,15 krónur, hýsa II fór fyri 13,19 krónur og hýsa III fyri 12,14 krónur í meðal.

20 tons vóru av brosmu. Tað mesta var stødd II og III, sum fóru fyri 8,97 krónur í meðal. Tað vóru eisini umleið 20 tons av longu. Longa II fór fyri 13,01 krónur og longa III fyri 12,96 krónur í meðal.

Hálvt áttanda tons av svartkalva fingu meðalprísin 26,07 krónur fyri kilo.