Mest línufiskur í dag

Meginparturin av teimum 160 tonsunum, sum vóru á uppboðnum á Fiskamarknaðinum í dag, var brosma og longa frá trimum línuskipum.

Góð 65 tons vóru av longu. Longa II fór fyri 11,00 krónur í meðal, og meðalprísurin á longu III var 11,81 krónur. Av brosmu vóru góð 60 tons. Brosma II fekk meðalprísin 8,00 krónur, og brosma III fór fyri 7,77 krónur í meðal.

Góð 10 tons av toski vóru á søluni í dag. Toskur II fór fyri 14,30 krónur og toskur III fyri 12,97 krónur fyri kilo. Smá seks tons vóru av svartkalva, sum fór fyri 22,16 krónur í meðal.

Tey 160 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri tilsamans 1,75 millión krónur.