Á Hásteinsvøllinum í Vestmannaoggjunum var føroyingauppgerð, tá Leiftur kom á vitjan hjá ÍBV.
Talan gjørdist um ein málleysan javnleik, og einki er at taka seg aftur í, at teir av Ólafsfirði munnu vera best nøgdir við hetta úrslitið, sum tryggjaði teimum triðja stigið á árinum.
Møguliga vísti úrslitið, at vend nú er um at koma í hjá Leiftri, sum hevur fingið eina stak vánaliga byrjan upp á árið. Í øllum førum hevði stigið við sær, at teir lyftu seg av niðurflytingarsessinum í bestu íslendsku deildini, har teir nú eru nr. 8 av 10 liðum,
Pál liggur best fyri
Hitt føroyska liðið, ÍA, við Una Arge, sum tó ikki fær spælt í løtuni, megnaði at vinna tepran 1-0 á Stjarnuni, sum við einum stigi er niðasta liðið í deildini.
Sigurin viðførdi, at ÍA nú er um at fáa rættuliga samband við oddaliðini í deildini, og eru tað í løtuni bert tý stig upp til KR, sum er einsamalt á fyrsta plássinum, tó at fleiri lið eru beint aftanfyri.
Menninir hjá Páll Guðlaugssyni í Keflavík teljast eisini millum liðini í oddinum.
Teir leiktu málleysan javnleik móti Fram, sum er á 7. plássi, og hetta hevði við sær, at Keflavík datt eitt pláss niður á stigatalvni, har teir nú eru á 4. plássinum.
Vann Keflavík dystin, høvdu teir vunnið seg upp á liðina av KR, men so varð kortini ikki hesa ferð.
Hans Fróði framvegis úti
Í næstbestu norsku deildini máttu Julian Johnsson og Kurt Mørkøre enn einaferð klára seg uttan hjálp frá Hans Fróða Hansen.
Mánakvøldið leikti Sogndal móti Strømsgodset, sum er annað av liðunum, sum longu hevur sett kós uppeftir, og endaliga úrslitið gjørdist javnleikur, 1-1.
Sogndal legði seg annars á odda tá 28 minuttir vóru leiktir, men Strømsgodset javnaði fýra minuttir seinni. Málið hjá Strømsgodset skeyt navnframi Jostein Flo.
Hóast teir vóru ein mann í yvirtali seinasta hálva tíman, eydnaðist tað ikki Sogndal at avgera dystin til egnan fyrimun.
Líkt er tó til, at Sogndal eftir eina laka byrjan hevur fingið meira glið á spælið, og í løtuni eru teir á einum sætta plássi, og fjarstøðan upp til uppflytingarsessirnar tykist ikki vera alt ov stór..
Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.
Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.
-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.