Á bedingini hjá MEST á Skála standa í løtuni Bakur og Nónhamar. Bakur, sum herfyri sigldi á land við Eystnes, fær nýtt kúlustevni, og Nónhamar verður í fyrsta lagi vaskaður og málaður. Nónhamar skal eisini hava nýggjan motor.
Í dag byrjaðu teir at seta nýtt kúlustevni á Bak, og ætlandi verður ísfiskatrolarin liðugur á Skála um hálvan mai, um alt gongur sum ætlað.
Stundisliga í morgun komu eisini hvalbiartrolararnir, Niels Pauli og Steintór, inn í dokkina á Skála. Trolararnir skulu hava vanligt viðlíkahald, og Niels Pauli skal eisin hava eina nýggja netatrumlu.
Frammaundan er Ran nýliga farin úr dokkini og liggur nú við bryggju á Skála.
Hjá MEST á Skála, Runavík og í Havn er nógv virksemi í løtuni, og tilsamans eru umleið 190 fólk til arbeiðis.
Stjórin í MEST, Mouritz Mohr, sigur, at samtakið hevði rímiliga nógv og støðugt virksemi tað mesta av 2013, og hann letur eisini væl gongdini at higartil í ár.
- Jú, eg vil siga, at arbeiðið hevur verið av tí mesta. Vit hava kanska onkuntíð havt enn meira at gera, men í løtuni er nógv ferð á, bæði í Havn, Skála og í Runavík, sigur stjórin.
Mouritz Mohr vísir á, at í Havn standa Teistin, Saksaberg, Ågot og Skúmarin á bedingini, og við bryggjuna liggja ísfiskatrolararnir, Hamranes, Breiðanes og Rankin, sum allir skulu upp á bedingina.