Mest framkomni evropeiski Ford

Nýggi Ford Mondeo er triðja generatión, síðan Mondeo avloysti Ford Sierra í 1993. Síðan tá eru seldir ikki færri enn fýra milliónir Mondeo um allan heim. Mondeo er tann mest framkomni evropeiski Ford

Leingi hevur verið bíða eftir nýggja Ford Mondeo, sum nú er komin til landið. Bilurin varð fyrstu ferð alment sýndur fram á Paris Motor Showet 2006 í september. Í fjør koyrdi James Bond (Daniel Craig) við einum Ford Mondeo 2007 í James Bond filminum ”Casino Royale”, hóast bilurin ikki var komin á marknaðin.


Ford Mondeo er tøkniliga tann mest framkomni evropeiski bilur, sum Ford nakrantíð hava gjørt. Stórur dentur er eisini lagdur á design, trygd og komfort og bilurin er sjaldsama ljóðleysur.


Hóast nýggi Mondeo ikki er so nógv størri enn forgangarin, er hann vorðin munandi rúmligari. Mondeo fæst við 4 og 5 hurðum og sum stationcar og í útgávunum Ambiente, Trend, Ghia og Titanium.


Mondeo fæst við fýra Duratorq TDCi Common Rail turbodieselmotorum við ávikavist 100, 125, 130 og 140 hk, og fýra Duratec benzinmotorum frá 1.6 til 2.5 litrar og 110 til 220 hk. Seinni í ár kemur eisini ein 2.3-litur Duratec motorur við 161 hk.


Umframt at Mondeo fæst við nógvari eykaútgerð, er standardútgerðin sera umfatandi, vit kunnu t.d. nevna Elektroniskt Stabilitets Program (ESP), forlyktir við ”follow me home” funktión, koyriteldu og aircondition. Bilurin startar uttan lykil við ”Ford Power” startknøttinum.


Mondeo verður gjørdur á eini framkomnari verksmiðju í Genk í Belgia saman við Ford S-MAX og Galaxy. Eftirspurningurin er stórur, og verksmiðjan framleiðir 1.200 bilar um samdøgrið.


Nýggi Mondeo kann síggjast og royndarkoyrast hjá P/f Wenzel. Prísirnir byrja við 259.800 ein 1,6 Ambiente við 110 hk.