Mest frá trolbátum í dag

Fiskamarknaðurin seldi í dag 46 tons fyri góðar 900.000 krónur, og tað mesta var frá trolbátum.

Góð 12 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 18,78 krónur, toskur III fyri 17,52 krónur, og meðalprísurin á tiski IV var 16,39 krónur.

Av hýsu vóru góð fýra tons, men prísurin var lágur. Hýsa II fekk meðalprísin 10,75 krónur og hýsa III 9,94 krónur. Umleið fimm tons vóru av longu. Tað mesta var longa II, sum fór fyri 12,96 krónur í meðal.

Trolbátarnir høvdu nakað av flatfiski. Tað mesta av reyðsprøkuni fór fyri 10,88 krónur fyri kilo, og meginparturin av havtaskuni fór fyri 26,77 krónur.