Sethús: Ein sum merkir til økta tørvin á handverkarum í Føroyum er Kári Simonsen.
Hann hevur gjøgnum árini smíðað eina rúgvu av sethúsum, og í løtuni eru teir eisini í ferð við fleiri sethús.
Fyrrapartin í gjár byrjaðu teir uppá eini nýggj sethús í Miðvági, men annars eru teir flestu av hansara monnum til arbeiðis í Hoyvíkshaganum.
Teir hava eisini eini sethús á Norðskála, sum teir skulu smíða einaferð seinni.
- Ja, faktiskt hava vit arbeiði heilt fram til 2008, sigur ein bjartskygdur Kári.
Kári var eisini millum teir 84 føroyingarnar sum løgdu leiðina inn á stóru byggimessuna í farnu viku.
Hansara áhugi var at hyggja eftir teimum nýggju maskinunum, og har var eisini mangt ymiskt at síggja.
- Her var kortini ikki nakað kollveltandi nýtt hesaferð, men har vóru tó nakrar finessir sum høvdu mín áhuga, sigur Kári. Í sama viðfangi hugdi hann eisini eftir ymiskum útgávum av tøkum og takrennum.
Kári er ein av mongum kundum hjá Timburhandlinum, men keypir annars har sum hann fær besta prísin.