Mest ferðsla í juni

Klaksvík: Juni mánaður er tann mánaðurin har flestu bilarnir koyra eftir tunnilsvegnum á Borðoynni.

Eitt yvirlit hjá Landsverki yvir ferðsluna á føroysku vegunum í 2004 vísir, at í juni mánaði koyra væl omanfyri 2600 bilar hvønn einasta dag eftir hesum vegastrekkinum norðanfyri Klaksvík.
Ikki óvæntað er minsta ferðslan í januar mánaði, tá bert 2000 bilar um dagin koyrdu hetta strekkið. Í miðal koyra 2.453 bilar her hvønn dag í árinum.