UMHVØRVI
Síðani 1991 hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan gjørt regluligar kanningar av seyði, fyri at finna fram til, hvussu nógv dioksin er í teimum. Til hesar kanningarnar er nýrutálg frá seyði úr Eysturoy, Streymoy, Skúvoy og Koltri brúkt. Ein av orsøkunum til, at seyður er valdur til kanningina, er, at føroyingar eta nógv seyðakjøt. Hetta stendur at lesa í bóklinginum Føroya umhvørvi í tølum 2001, sum er komin út fyri stuttum. Aðra staðni er meiri vanligt at kanna dioksininnihaldið í mjólk.
Í bóklinginum stendur at lesa, at dioksininnihaldið í seyði kann samanberast við dioksininnihaldið í kúgvarmjólk, tá royndir verða heintaðar á einum og sama staði. Sum onnur aromatisk klorerað evni, eru dioksin feittloysilig og verða seint niðurbrotin. Við øðrum orðum hópa hesi seg upp í føðiketunum.
Mark er sett fyri, hvussu stórt inntakið av dioksin kann vera, eins og við øðrum eitrandi evnum. Hetta markið nevnist TUI, sum stendur fyri Tolerabelt ugentligt indtag, og hevur verið 2100 pg, men síðani 2001 hevur ES rátt til, at markið verður lækkað niður í 840 pg fyri hvørt fólk. Norsk kanning vísir til, at fólk har í landinum fingu umleið 35 prosent av gomulm TUI í seg, helvtina úr mjólk og margarini og umleið 5 prosent úr seyðafeitti.
Dioksintølini úr Noregi, Týsklandi, Svøríki og Hálandi, sum eru frá 1990 til 1999, liggja úr 0,31 til 1,80, sum er eindin í TCDD-equivalentum í pg/g feitti. Nýggjastu føroysku tølini liggja úr 0,24, sum er av ær í Koltri upp í 2,80, sum er av lambi í Leirvík.
PCB
Í 1995/96 varð seyðafeittið eisini kannað fyri koplanar PCB kongen, sum eru tey mest heilsuskaðiligu kongenini, og PCB 126 hevur fingið ein TEF á 0,1. Tað merkir, at hetta evnið er ein tíggjundapart so vandamikið, sum tað mest eitrandi dioksinið. Í føroyska seyðinum var PCB 126 einsamalt atvoldin til 90 prosent ella meiri av tí toxisku dosuni, sum stendst av hesum koplanu PCB-unum.
Mjólkin
Føroysk kúgvarmjólk er eisini kannað fyri dioksininnihald. Fyri at gera kanningina so umboðandi sum til ber, er mjólk frá trimum teimum størstu mjólkarbóndunum kannað, og umframt eru royndir tiknar á mjólkarvirkinum av lidnari vøru. Hesar royndir vórðu tiknar seint í 1999.
Verður føroyska mjólkin borin saman við mjólk úr Danmark, Finnlandi, Svøríki og Noregi, er dioksininnihaldið í føroysku mjólkini í niðari helvt, á støði við tøl úr Finnlandi. Føroysku tølini liggja frá 0,36 til 0,52.
Eggini
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eisini kannað dioksininnihaldið í toski, lomviga og grindahvali. ES-londini hava samtykt eina strategi fyri at basa dioksini í umhvørvinum og hava tískil gjørt tilráðingar viðvíkjandi hægst loyvda innihaldinum av dioksini í fóðuri.
Viðvíkjandi grindini, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan latið kannað spik frá grindahvali fyri dioksininnihald í tveimum umførum. Fyrru ferð í grindini í Vestmanna í juni 1996 og seinnu ferð í grindini í Havn í september í 2000. Yvirhøvur er rættiliga javnt innihald av dioksin í vaksnu dýrunum, frá umleið 8 ngTEQ/g fiti til 13 ngTEQ/g fiti.
Kanningin av lomvigareggum umfatar lomvigaregg heintað á Torkilshálsi í Skúvoy. Tíggju av hesum vórðu kannað fyri PCB, pestisidir og dioksin. Í mun til dioksinkanningar av øðrum, eru avgjørt hægsta innihaldið av dioksin funnið í lomvigareggum. Lagt verður tó afturat í kanningini, at lomvigaregg í Føroyum kortini ikki eru serliga illa dálkað við dioksini.
Kanningin vísir, at innihaldið av dioksinum og koplanum PCB-um í lomvigareggum var nógv hægri enn í grindahvalinum, og kundi ein møgulig frágreiðing uppá hetta kanska verið, at hvalurin er betur enn fuglurin til at niðurbróta júst hesi evni.