Mest av trolfiski í dag

Meginparturin av teimum 109 tonsunum, sum vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag, var trolfiskur, harav ein partur var frá trolbátum, sum royna á landleiðini.

Góð 12 tons vóru av reyðsprøku og hálvt sætta tons av tungu. Av reyðsprøkuni var tað mesta reyðsprøka II, sum fór fyri 10 krónur kilo. Tunga II fór fyri 23,22 krónur og tunga III fyri 22,89 krónur í meðal fyri kilo.

Góð 20 tons av toski vóru á uppboðnum í dag. Toskur II fór fyri 17,42 krónur í meðal, toskur III fyri 16,76 krónur, og toskur III fekk meðalprísin 14,62 krónur. Góð átta tons vóru av kongafiski, og tað mesta fór fyri 13,60 krónur í meðal fyri kilo.

Tey 109 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, vórðu seld fyri 1,9 millión krónur.