Tann størri parturin av teimum 17 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var útróðrarfiskur.
Umleið seks tons vóru av toski og nakað tað sama av hýsu. Tað mesta av toskinum var toskur III og IV, og meðalprísurin var ávikavist 14,79 krónur og 15,01 krónur. Hýsa II fór fyri 13,46 krónur í meðal, og meðalprísurin á hýsu III var 10,36 krónur.
Nakað var av brosmu, longu og kongafiski. Tað mesta av brosmuni fór fyri 9,00 krónur fyri kilo, longa II fór fyri 11,15 krónur, og meðalprísurin á kongafiski II var 10,00 krónur.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin tey 17,6 tonsini fyri 222.000 krónur.










