Mest av toski í dag

Umleið ein fjórðingur av teimum 100 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var toskur. Toskur II fekk meðalprísin 15,26 krónur, toskur III fór fyri 15,00 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 12,19 krónur.

Knappliga 15 tons vóru av hýsu og nakað tað sama av longu. Hýsa II fór fyri 12,23 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 10,96 krónur fyri kilo. Longan fekk á leið sama prís. Longa I og II fór fyri 11,84 krónur og longa III fyri 11,38 krónur.

Í dag seldi Fiskamarknaðurin knappliga 15 tons av svartkalva, sum fór fyri 24,68 krónur fyri kilo. Eini fimm tons vóru av kongafiski, og meðalpísurin var knappar 12 krónur fyri kilo.

Tey 102 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, fóru fyri 1,56 millión krónur.