Ein stórur triðingur av tí, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var svartkalvi frá einum djúpvatnstrolara, sum hevði roynt eystan fyri Føroyar. Marknaðurin seldi 28 tons av svartkalva, og meðalprísurin var 19,00 krónur fyri kilo.
Góð 10 tons vóru av toski á uppboðnum í dag. Toskur II fór fyri 15,83 krónur, toskur III fyri 16.50 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 14,36 krónur.
Knappliga 15 tons vóru av hvítingi. Hvítingur I fór fyri 9,85 krónur og hvítingur II fyri 9,90 krónur fyri kilo.
Góð seks tons vóru av hýsu og somuleiðis góð seks tons av kongafiski. Hýsa II fór fyri 14,36 krónur, hýsa III fyri 11,22 krónur, og kongafiskurin fór fyri góðar 10 krónur í meðal.
Tilsamans seldi Fiskamarknaður Føroya 77 tons í dag fyri 1.260.000 krónur.










