Tað mesta av fiskinum, sum var á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag, var frá línuskipum, sum høvdu roynt undir Íslandi og á Íslandsrygginum.
Góð 40 tons vóru av toski. Toskur I fór fyri 15,25 krónur í meðal, toskur II fyri 14,43 krónur, og meðalprísurin á toski III var 13,20 krónur.
Góð trý tons vóru av hýsu. Tað mesta var hýsa II, sum fór fyri 9,16 krónur. Av blálongu var hálvtfjórða tons, og prísurin var 8, 50 krónur.
Knappliga 17 tons vóru av svartkalva á uppboðnum í dag, og hann fór fyri 20,39 krónur fyri kilo.
Tey 80 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri 1.142.000 krónur.