Í gjár var væl av línufiski á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum. Eitt av skipunum hevði verið undir Íslandi. Av teimum 150 tonsunum, sum vórðu á marknaðinum, var tann størra helvtin brosma og longa. Brosman fór fyri góðar 8,20 krónur í meðal fyri kilo, longa II fór fyri 11,68 krónur, og meðalprísurin á longu III var 10,01 krónur.
Umleið 10 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 14,50 krónur og toskur III fyri 14,56 krónur. Knappliga 20 tons var hýsa. Hýsa II fór fyri 11,62 krónur og hýsa III fyri 10,59 krónur í meðal fyri kilo.
20 tons av svartklava fingu meðalprísin 27,32 krónur, og seks tons av havtasku fóru fyri 34,94 krónur. Nakað var av kongafiski, og stødd II fór fyri 11,79 krónur.
Tey 150 tonsini, sum vóru á uppboðnum í gjár, fóru fyri góðar 2,1 milliónir krónur.