Góð 80 tons av línufiski, trolfiski og garnafiski vóru á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag.
Mest var av kongafiski, eini 23 tons. Meginparturin var stødd II, sum fór fyri 9,18 krónur fyri kilo.
Umleið 15 tons vóru av toski, og tað mesta fór fyri millim 14 og 15 krónur kilo. Av hýsu vóru eini 10 tons, mest hýsa II, sum fór fyri 9,51 krónur í meðal fyri kilo.
Trolbátar seldu eini 15 tons av havtasku, sum fór fyri 27 krónur kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 81 tons fyri 1,9 millión krónur í dag.










