Eitt línuskip og ein línubátur áttu meginpartin av fiskinum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, og tað mesta var toskur og blálonga.
Góð 21 tons vóru av blálongu, og hon fór fyri 11,17 krónur í meðal fyri kilo. Av toski vóru góð 20 tons. Toskur I fekk meðalprísin 17,37 krónur, toskur II fór fyri 16,74 krónur og toskur III fyri 16,00 krónur fyri kilo í meðal.
Knappliga 10 tons vóru av svartkalva, og meginparturin fór fyri góðar 28,00 krónur fyri kilo. Nakað var av hýsu, eini sjey tons. Tað mesta var hýsa II, og meðalprísurin á henni var 13,22 krónur.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 73 tons í dag fyri 1,1 millión krónur.