Tann fyrra framførslan verður leygardagin 1. december kl. 17.00 í Fuglafjarðar Kirkju og tann seinna sunnudagin 2. december kl. 20.00 í Vesturkirkjuni.
Solistar verða: Berghild Poulsen, sopran, Elsa Súsanna Dalsgaard, alt, Ernst Sondum Dalsgarð, tenorur og Hans Lawaetz, bassur. 15-manna kamarorkestrið mynda lærarar og næmingar musikskúlans við stuðuli úr Havnar Hornorkestri. Havnarkórið telur 40 sangarar, og leiðari í ár er Ólavur Hátun.
MESSIAS er sokallaðoratorium, kirkjuligt tónaverk, sum hevur sínar røtur í katólsku mótreformatiónini. Fólk møttust tá til uppbyggiligar fundir í sokallaðum oratorium, iðmerkir biðisalur. Hetta gav navn til bíbilskar tónleikaframførslur í hesum sambandi , sum løgdu støði undir hesa nýggju, mætu tónleikagrein.
Ikki er taðov nógv sagt, at týsktføddi og tónleikaliga italskt uppaldi onglendingurin Georg Friedrich Händel ( 1685-1759) meira enn nakar hevur skrivaðoratoriir, sum saman viðpassiónunum hjá samtíðarmanninum J.S.Bach verða standandi eftir í tónleikasøguni, tá iðtíðarinnar tonn hevur gnagaðso mangt annaðburtur.
Heppiðvar taðfyri tey kirkjuliga tónleikahugaðu, at bretlandskongur í 1732 av pietistiskum ávum setti forboðfyri teatralskum framførslum av bíbliuhendingum á operupalli. Händel, sum frammanundan hevði veriðoperukomponistur fram um allar, varðnú av umstøðunum noyddur at geva sjálvari frásøgnini meira tyngd og persónunum eina djúpari lýsing, sum oratoriiðkrevur tað, iðikki eins og operan hevur sjónleikaralæti og íklæðing at styðja seg til.
Í flestøllum av hesum kirkjuligu verkum er taðsøga Ísraels, sum verður lýst, so sum heitini eisini geva til kennara: "Esther", "Deborah", "Samson", "Joshua", "Saul", "Judas Makkabæus" og fleiri onnur. Men "Messias" hevur sína serstøðu. Her snýr taðseg ikki um at lýsa trupulleikar hjá einstøkum persónum, ella um, hvussu eitt einstakt fólk,Ísraels fólk, verður fríaðúr trongd og neyð; men um, hvussu øll mannaættin verður loyst frá synd og trega og reist upp á evsta degi. Teksturin og viðhonum musikalska íklæðingin lýsir søgu Krists frá fyrijáttan, føðing, lívi, deyða og fram til uppreisn.
Drúgt er hetta oratorium, eisini um, sum í hesum føri, ikki allir partar verða tiknir við. Men neyvan í allari tónleikasøguni er verk skrivað, sum soleiðis eins og ein perlurøðviðsínum resitativu frásøgnum, sínum undurføgru solosangum (arium) og sínum mongu máttmiklu, ljómandi kórpørtum hongur organiskt saman frá byrjan til enda.
Händel skrivaði "Messias", hetta í fullari longd meira enn 2-tíma tónaverk, í musikalskari og religiøsari ekstasu eftir bert trimum vikum - eitt bragd, sum tónleikasøgan ikki kennir makan til. Og um enn skrivaðlongu mitt í hansara virkistíð, í 1741 , so gjørdist hetta verkið yvir øllum verkum, hann læt úr hondum. Ár eftir ár varð tað framført undir tónaskaldsins leiðslu fyri stúgvandi fullum kirkjum og konsertsølum, og 8 dagar, áðrenn hann doyði, var tann blindi og likamliga avmaktaði meistarin viðtil at framføra hetta sítt yndisverk.
"Messias" hevur varðveitt sín tokka millum fólk, og ongantíðman hátíðarstundin kennast onglendingum sterkari, enn tá iðHalleluja-kóriðenn í dag lyftir mannfjøldina úr sæti, eins og taðgjørdi á fyrsta sinni fyri nú meira enn hálvttriðja hundraðárum síðan.