Leygarkvøldið tapti Argentina finaluna í Copa América eftir tapta brotssparkskapping ímóti Kili. Eftir dystin hendi ein heldur óvanlig hending.
Aftaná hvørja finalu í Copa América er vanligur siður, at virðismesti leikarin fyri sitt lið í kappingini verður kosin og kemur eftir persónliga heiðrinum. Lionel Messi varð valdur sum virðismesti leikari, men sýtti at taka ímóti heiðrinum, og tí var ongin kosin til virðismesta leikaran fyri lið sítt í Copa América á hesum sinni.
Orsøkin sigst at vera, at Messi ikki tímdi eina endurtøku av einari líknandi støðu í fjør, tá ið hann eftir HM-finaluna, sum Argentina tapti ímóti Týsklandi, bleiv valdur til besta leikara í kappingini og skuldi eftir sínum persónliga heiðursheiti, áðrenn Týskland tók ímóti HM-steypinum.










