Messi vann Ballon D´or á áttanda sinni

Lionel Messi vann Gullbóltin í harðari kapping við Erling Braut Haaland og Kylian Mbappe

Fyri áttanda ferð vann argentinska fótbóltslegendan, Lionel Messi Ballon D´or, hóast hann nú spælir í bestu amerikonsku fótbóltsdeildini við Inter Miami.

 

Tað er tó framúr góða avrikið fyri HM-vinnararnar, Argentina sum koppaði avgerðina hjá nógvum, ið skuldu atkvøða.

 

Lionel Messi vann frammanfyri norska Manchester City-áleyparan, Erling Braut Haaland og franska áleyparan hjá PSG, Kylian Mbappe. 

 

Tað var enska fótbóltslegendan, David Beckham sum slapp at handa Ballon D´or til Lionel Messi.

 

Enn fæst Lionel Messi, ið er 36 ára gamal ikki at siga nær hann fer at stilla gaggurnar: - So leingi sum kroppurin spælir við ætli eg at njóta at spæla fótbólt, segði Lionel Messi. 

 

25 ára gamla Aitana Bonmatí úr Spania, ið spælir við FC Barcelona vann Ballon D´or hjá kvinnunum.