Argentina leikti í kvøld sín fyrsta dyst til HM endaspælið í Brasil.
Argentina leikti móti Bosnia-Herzegovina og Argentina vann dystin 2-1.
Dysturin byrjaði eisini væl fyri Argentina, tí longu aftaná trimum minuttum, eydnaðist tað Argentina at koma á odda. Eftir eitt innlegg úr vinstru síðu var bosniski leikarin Sead Kolasinac so mikið óheppin, at hann beindi bóltin í egið mál.
Hóast Argentina var á odda meginpartin av fyrra hálvleiki, var spælið tó ikki so sannførandi hjá Argentina í fyrra hálvleiki. Venjarin hjá Argentina, Alejandro Sabella, valdi eisini at skifta tveir mans í hálvleikinum. Út fóru Hugo Campagnaro og Maxi Rodriguez og inn ístaðin komu Gonzalo Higuain og Fernando Gago.
Í seinna hálvleiki var avrikið hjá Argentina betri enn í fyrra hálvleiki og tá 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki kom Argentina á odda 2-0. Tað var stóra stjørnan á argentinska liðnum, Lionel Messi, ið aftaná einmansavrik fekk lagt Argentina á odda 2-0.
Tað eydnaðist Bosnia-Herzegovina at minka um munin 6 minuttir fyri leiklok, tá innskifti Vedad Ibisevic varð spældur leysur.
Hóast endin av dystinum var spennandi, vann Argentina tó 2-1 á Bosnia-Herzegovina.
Argentina - Bosnia-Herzegovina 2-1 (1-0)
1-0 Sead Kolasinac (sjálvmál, 3.
2-0 Lionel Messi, 65.
2-1 Vedad Ibisevic, 84.