Tvær áttandapartsfinalur vóru í kvøld í Champions League kappingini. Í Munchen í Týsklandi tryggjaði Bayern Munchen sær so gott sum víðari luttøku við at vinna sannførandi móti Besiktas. Úrslitið var 5-0 til Bayern Munchen.
Størri spenningur er í seinnu uppgerðini, har FC Barcelona tó hevur eitt betri útgangsstøði enn Chelsea. Dysturin endaði nevniliga 1-1 í London, og tað ber við sær, at Barcelona skoraði týdningarmikla útivallarmálið, ið telur dupult í seinnu uppgerðini.
Willian legði Chelsea á odda tíðliga í øðrum hálvleiki, men eitt korter fyri leiklok javnaði Lionel Messi til 1-1 fyri FC Barcelona, tá hann var skjótur at revsa verjumistak frá danska Andreas Christensen hjá Chelsea.
Í annaðkvøld vera tvær aðrar áttandapartsfinalur. Í Spania tekur Sevilla móti Manchester United, og í Ukreina tekur Shaktar Donetsk ímóti Roma.
Úrslitini í kvøld:
Bayern Munchen – Besiktas 5-0 (1-0)
Chelsea – Barcelona 1-1 (0-0)








