Lionel Messi setti í gjárkvøldið eitt rimmar punktum fyri hetta kappingarárið, tá hann skjeyt trý mál fyri argentinska landsliðið ímóti erkafíggindanum Brasil. Talan var um vinardyst, sum bleiv spældur í New Jersey í USA, og hann endaði 4-3 til argentinar.
Romulo legði Brasil á odda, men Messi javnaði og legði argentinar framum. So skoraðu Oscar og Hulk fyri Brasil til hálvleiksstøðuna 3-2. Í seinna hálvleiki javnaði Frederico Fernandez fyri argentinar, og við sínum triðja máli tryggjaði Messi argentinum sigurin. Hetta er aðru ferð, at Messi hevur skotið trý mál í landsdysti.
82.000 fólk vóru til dystin í East Rutherford í New Jersey, og har var ikki pláss fyri fleiri.










