Ein av bestu verjuleikarunum nakrantíð í HM-søguni, italski Paolo Maldini hevur nú eisini mist eitt HM-met til Lionel Messi.
Undan HM-kappingini í Katar átti Paolo Maldini metið fyri flest spældar minuttir á vøllinum í HM-endaspølum.
Gamla metið hjá Maldini var 2.215 minuttir.
Tað ótrúliga var, at tá Messi skoraði til 1-0 til Argentina uppá brotsspark í 23. minutti var, at tá tók hann tvey met.
Hann gjørdist tá fyrsti leikarin í einum HM-endaspæli at skora mál í bólkaspælinum, í áttandapartsfinaluni, í fjórðingsfinaluni, í hálvfinaluni og í finaluni.
Í somu løtu Messi hevði skorað til 1-0 hevði hann spælt 2.216 minuttir á vøllinum í HM-endaspølum, og harvið var metið hjá Maldini eisini tikið.
Messi legði so 97 minuttir aftrat, og almenna metið hjá Messi er 2.313 minuttir á vøllinum í HM-endaspølum.
##med2##
Onnur met hjá Messi, ið hann hevur tikið undir hesum HM-endaspælinum:
Í finaluni spældi Messi sín 26. dyst í einum HM-endaspæli. Tað er nýtt met. Gamla metið átti týski Lothar Matthäus við 25 dystum í HM-endaspølum.
Messi skoraði sjey mál. Tað er langt frá teimum 13 málunum franski Just Fontaine skoraði í HM-endaspælinum í Svøríki í 1958. Men Messi er tann fyrsti leikarin, ið hevur skorað bæði í bólkaspælinum, áttandapartsfinaluni, fjórðingsfinaluni, hálvfinaluni og finaluni í einum HM-endaspæli.
Messi hevur skorað samanlagt 13 mál í HM-endaspølum, og hann hevur skorað 13 mál í Copa America endaspølum. Tað hevur eingin annar suðuramerikanskur leikari megnað. Gamla metið átti brasilski Ronaldo, ið skoraði 25 mál í HM- og Copa America endaspølum.
Messi hevur samanlagt 21 málstig, 13 mál og átta málgevandi sendingar í HM-endaspølum. Og so nógv málstig hevur eingin annar leikari megnað.
Messi er eisini tann fyrsti leikarin, ið er valdur til dagsins leikara í fimm dystum í sama HM-endaspæli. Tað hendi undir hesum HM-endaspælinum. Undir HM-endaspælinum í 2010 var niðurlendski Wesley Sneijder valdur til dagsins leikara í fýra dystum, og átti hann gamla metið, ið Messi nú hevur tikið.
Messi gjørdist eisini tann fyrsti leikarin, ið er valdur til besta leikara í einum HM-endaspæli tvær ferðir. Messi vann eisini gullbóltin hjá FIFA í 2014. Eingin annar leikari hevur megnað at gerast besti leikarin í einum HM-endaspælið tvær ferðir.












