Barcelona stjørnan Lionel Messi er saman við Sergio Aguero, Juan Roman Riquelme, Nicolas Burdisso, Fernando Gago og Javier Mascherano úttiknir. At Messi er við í hópinum hjá Argentina hevur við sær, at Barcelona noyðist at vera hann fyriuttan, tá teir skulu royna at spæla seg víðari úr triðja kvalifikationsumfarinum.










