Messi: Tað gjørdi okkum gott at tapa fyri Saudiarabia

Argentina hevur vent mótburðinum í fyrsta dystinum til viðgongd

Tað var ein skelkur fyri fótbóltsheimin, og ikki minst fyri argentinar, at Saudiarabia í tí fyrsta innleiðandi bólkadystinum vann 2-1 á Argentina.

 

Síðani tann dystin hevur Argentina vunnið fimm dystir á rað, tó var fjórðingsfinalan móti Niðurlondum vunnin aftaná brotssparkskapping.

 

Við argentinskar miðlar segði Messi aftaná hálvfinalusigurin á Kroatia: - Tað var ein stórur skelkur at byrja HM við einum slíkum tapi, tí eingin trúði, at vit kundu tapa fyri Saudiarabia. Næstu dystirnar gjørdust ein hørð roynd hjá liðnum, ið kom at prógva hvussu sterkir vit eru, segði Messi. 

 

Messi helt fyri, at hvør einasti dystur aftaná 1-2 tapið fyri Saudiarabia hevur verið sum ein finala fyri Argentina: - Vit hava nú vunnið fimm finalur á rað, og eg vóni, at vit eisini kunnu vinna sjálva HM-finaluna, segði ein vónríkur Messi. 

 

Messi er sera fegin um at hava vunnið seg í finaluna við Argentina. Hann staðfestir, at tað er leingi til komandi HM-endaspæl, og hann væntar ikki at vera partur av argentinska hópinum tá. Tí vónar hann av hjarta at megna at vinna HM hesaferð.