Í annaðkvøld klokkan 20 spælir PSG heimadyst ímóti Strassbourg í bestu fronsku deildini. Og nýggjársdag spælir PSG á útivølli móti Lens.
Lionel Messi verður ikki við í hesum báðum dystunum.
Ítróttarstjórin hjá PSG, Christophe Galtier segði við RMC Sport, at Lionel Messi hevur fingið frí til 1. januar í samband við, at Argentina gjørdist heimsmeistari, sunnudagin 18. desember: - Leo (Messi) hevði eitt framúr gott HM-endaspæl. Vegna stóra sigurin og veitsluhaldið í Argentina samdust vit um at geva honum frí til 1. januar. Fyrsta venjingin hjá Leo við okkum verður tí 2. ella 3. januar, segði Christophe Galtier.
Fyrsti dysturin hjá Messi við PSG í komandi árinum verður væntandi heimadysturin í bestu fronsku deildini, mikukvøldið 11. januar móti Angers.