Messi spælir dyst nummar 600

Sí hagtølini her, nú argentinska stjørnan í kvøld spælir dyst nummar 600 í Barca-troyggjuni.

Stjørnan hjá FC Barcelona, Lionel Messi, hatíðarheldur eitt runt tal av dystum, tá ið hann og liðfelagarnir í kvøld kl.19.45 fáa vitjan av Sevilla í sponsku La Liga. Tá spælir Lionel Messi nevniliga dyst nummar 600 fyri felagið.


Lionel Messi spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá FC Barcelona tann 16. novembur 2003. Hetta var ein venjingardystur ímóti FC Porto, har hann varð innskiftur í 75 minutti. Messi var tá 16 ár, fýra mánaðir og 23 dagar gamal.


Tað var Frank Rijkaard, sum gav honum fyrstu minuttirnar og var venjari tá ið hann sum ungur stríddi seg inn á liðið. Hann var venjari hjá honum í 110 dystir. Tað er Pep Guardiola, sum hevur verið venjari flestar dystir hjá Messi (219).


Sjey ymiskir venjarar hava staðið á odda fyri FC Barcelona, ta tíðina Messi hevur verið har. Teir eru Frank Rijkaard, Pep Guardiola, Tito Vilanova, Jordi Roura (fyribilsvenjari), Gerardo 'Tata' Martino, Luis Enrique og nú Ernesto Valverde.


Lionel Messi hevur higartil vunnið 30 steyp við FC Barcelona. Tað gongur væl í sponsku landskappingini hjá honum og liðfeløgunum, har FC Barcelona er einsamalt oddalið við 28 stigum fyri 10 dystir. Messi er toppskjútti í deildini við 12 málum.


Messi, sum fylti 30 í summar, hevur sáttmála við FC Barcelona fram til 30. juni næsta ár. Í teimum higartil 599 dystunum fyri FC Barcelona hevur hann skotið 523 mál.