Tað var dramatikkur í toppdystinum í Spania í gjár, tá Valencia og Barcelona, um liggja ávikavist nummar tvey og eitt, spældu 1-1 á Mestalla leikvøllinum.
Les eisini: So skoraði Ronaldo aftur
Sum heild var talan um ein dyst í høgari leikferð, har Barcelona hevði munin, men Valencia megnaði eisini í pøtum av dystinum at trýsta oddaliðið og var nær við at vinna.
Stóri dramatikkur kom, tá Lionel Messi royndi seg við skoti í fyrra hálvleiki. Málverjin hjá Valencia misti bóltin, sum fór í málið, áðrenn málverjin fekk fatur á honum. Hóast myndirnar vísa, at bólturin var innanfyri, so dømdi dómarin ikki mál.
Í seinna hálvleiki var Valencia omaná og kom eisini á odda, tá Rodrigo sendi eitt hart og flatt innlegg í mál. Barcelona tók síðani yvir og javnaði, tá fimm minuttir vóru eftir. Lionel Messi sendi Jordi Alba avstað í vinstru, sum heldur hegnisliga beindi bóltin í málið.
Javnleikurin merkir, at FC Barcelona framvegis er fýra stig frammanfyri Valencia, men nú er munurin niður til Real Madrid minkaður niður í átta stig.