Messi sett nýtt ótrúligt met

Hóast Barcelona í kvøld bara fekk javnleik móti Celta Vigo, so fer dysturin í søguna sum dysturin, tá Lionel Messi fyri 19. dyst upp í slag skoraði. Minst eitt móti øllum liðnum í La Liga.

 

- Við tíðini fer Lionel Messi at fáa størri virðing fyri tað, sum hann nú ger, sigur Jordi Roura, fyribils venjari hjá Barcelona.

 

Barcelona spældi í dag 2-2 móti Celta Vigo. Helst hevði katalanska stórfelagið Champions League í huganum, tá liðið varð sett. Onkrir spælarar vóru spardir, meðan avrikið var undir miðla.

 

- Vit høvdu als ikki Champions League í huganum, vildi fyribils venjarin verða við eftir dystin. – Landskappingini hevur okkara fulla áhuga, men vit mistu fokus móti endanum av dystinum.

 

Lionel Messi legði Barcelona á odda 2-1 eitt stórt korter fyri tíð, fyri at staðfesta metið, sum tann einasti, ið hevur megnað at skorað móti øllum hinum 19 liðnum í La Liga upp í slag.

 

Celta Vigo megnaði í evstu løtu at javna til 2-2. Barcelona er framvegis greitt á odda í sponsku landskappingini. Í vikuni skulu teir spæla móti Zlatan Ibrahimovic og Paris Saint-Germain í Champions League.