Hetta er ein serligur dagur fyri meg. Eg hevði ikki roknað við at vinna. Fyri meg var tað bara ein spurningur um at vera millum vinir - og so at vinna er ótrúligt, segði Messi.
Hann vann framman fyri liðfelagarnar í Barcelona, Andres Iniesta og Xavi Hernandez.
Tilsamans skoraði Messi 58 mál fyri Barcelona í 2010. Andres Iniesta gjørdist nummar tvey við 17,36% av atkvøðunum, Xavi fekk 16,48%.
Hjá kvinnunum vann brasilianska Martha fyri fimtu ferð upp í slag, meðan José Mourinho varð valdur til ársins venjara eftir at hava ført Inter til »The Treble«.









