Lionel Messi og Xavi Hernandez úr Barcelona og Cristiano Ronaldo úr Real Madrid eru tríggir teir bestu fótbóltsleikararnir í heiminum anno 2011. Tað staðfestur FIFA saman við fótbóltsblaðnum, France Football.
Í fjør vann Lionel Messi heiðurin sum FIFA Ballon dOr Footballer of the Year. Fram til í fjør valdi FIFA og France Football hvør sín ársins leikara, men tey hava nú lagt saman, so bara ein kann kalla seg heimsins besti.
Listin yvir leikarar er nú minkaður til bara tríggjar. Bæði Lionel Messi og Xavi vóru á endaliga listanum í fjør, meðan Cristiano Ronaldo, ikki óvæntað, er á listanum í ár. Fleiri veddingartøkur hava Lionel Messi sum favoritt at vinna heitið aftur í ár.
Besti venjarin skal eisini finnast og har stendur valið millum tríggjar kendar menn. Teir tríggir, ið eru á endaliga listanum eru José Mourinho(Real Madrid), Sir Alex Ferguson(Manchester United) og Pep Guardiola(Barcelona).
Avgerðin fellur 9. januar.