Tað er niðurstøðan eftir at innleiðandi umfarið til UEFA ársins leikari atkvøðugreiðsluna er avgreidd.
Endaliga atkvøðugreiðslan verður 30. august í Monaco, sum er sami dagur at lutakastið til bólkaspælið í Champions League verður.
Lionel Messi, sum vann heiðurin í fjør, er saman við Cristiano Ronaldo og Andrés Iniesta teir tríggir, ið hava fingið flest atkvøður og fara víðari til endaligu atkvøðuavgreiðsluna. Miðvallarstýrumenninir, Andrea Pirlo og Xavi Hernandez, náddi akkurát ikki endaliga listan, skrivar BBC.
Tað eru ítróttarskrivarar, ið atkvøða um hvør fær heitið UEFA player of the year.