Bayern Munchen og AC Milan eru víðari í Champions League kappingini saman við Benfica og Chelsea. Bayern Munchen vann 2-0 á einum ósamanhangandi PSG-liði, og AC Milan helt nullið í London móti Tottenham og vann samanlagt.
Bayern Munchen - Paris Saint Germain 2-0 (3-0 samanlagt)
Tað er stórur munur á hesum báðum risunum. Bayern Munchen er rikið við fótbóltsatliti og hevur fyrrverandi fótbóltsspælarar í leiðsluni, meðan Paris Saint Germain til tíðir líkst meira einum mótapregaðum sirkus, sum er rikið av sjálvútnevndum fótbóltsserfrøðingum, ið hava eina rúgvu av oljupengum í bankanum.
Tað kom eisini til sjóndar á vøllinum í gjár. Bayern Munchen bæði kundi og skuldi havt vunnið við fleiri málum á einum ósamanhangandi PSG-liðið. Í álopinum stóðu heimsstjørnurnar Lionel Messi og Kylian Mbappé og hugdu at, meðan restin av Air Jordan mótaliðnum hjá PSG ikki kláraði at koma við nøkrum.
Paris Saint Germain er sum felag illa lýtt millum eitt nú týsk fótbóltsfeløg, sum leggja nógv fyri at halda fíggjarligt skil á fótbóltinum. Tað kom eisini til sjóndar rundan um uppgerðina í gjár, har eitt nú leiðslan í Bayern Munchen ga til kenna, at bestu sigarnir koma móti oljufeløgunum Manchester City og Paris Saint germain.
PSG var ongantíð nær við at skora og tá ein tími var farin, stakk fyrrverandi áleyparin hjá Stoke og PSG, Eric Maxim Choupo-Moting, gomlu liðfelagarnar í mønuna. Restina av uppgerðini var eitt sirkus, har Bayern Munchen spældi runt við nýggja skúlaflokkinum í Champions League.
Innskifti Serge Gnabry setti punktum ein minutt fyri tíð við máli til 2-0. Franskir miðlar hava húðflett PSG í spælarametingunum. Kenda franska blaðið L’Equipe hevur millum annað givið Lionel Messi og Kylian Mbappé 3 av 10.
Tottenham – AC Milan 0-0 (0-1 samanlagt)
Dreymurin hjá Tottenham at vinna eitt stórt steyp fánaði burtur í einki í gjár. AC Milan vann fyrru uppgerðina 1-0. Tí skuldu Harry Kane og hansara menn vinna, fyri at hava ein kjans at koma víðari.
Tað endaði við einum heldur lítið áhugaverdum 0-0 javnleiki, sum tryggjar AC Milan víðari luttøku í kappingini. Eitt korter fyri tíð fekk Tottenham eisini Cristian Romero útvístan.