Messi og Barcelona fullu á San Siro

AC Milan vann í kvøld 2-0 á FC Barcelona í Champions League. Kevin-Prince Boateng og Sully Muntari skoraðu málini, meðan avrikið hjá Lionel Messi og Barcelona var væl undir miðal.

 

Fyrri hálvleikur var lítið hendingaríkur. Barcelona hevði bóltin meir, men megnaði ikki at skapa nakrar stórar møguleikar. AC Milan hevði okkurt skjótálop, men einki, sum var vandamikið.

 

Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik kom hol á. Eftir fríspark endaði bólturin hjá Kevin-Prince Boateng, sum var knappur í vendingini og skoraði. Barcelona spælararnir vildu verða við, at bólturin fór í hondina á einum AC Milan spælara áðrenn, men málið stóð við.

 

Tá tíggju minuttir vóru eftir at dystinum økti Sully Muntari fyri italsku vertirnar eftir skjótálop. Hann kom at standa leysur í vinstru og meddaði til í málið.

 

Barcelona og serliga Lionel Messi tóktist lítið vandamiklir. Skal Barcelona halda fram í Champions League, so skal nógv broytast undan retur dystinum á Nou Camp í Barcelona.

 

Í Turkalandi kom Galatasaray best frá byrjan, tá Burak Yilmaz legði heimaliðið á odda. Stutt fyri hálvleik javnaði Jermaine Jones fyri Schalke 04, eftir skjót álop, har miðvallarin kom at standa púra einsamallur og kundi plaserað bóltin í málið. Tað gjørdist eisini úrslitið.

 

Champions League 1/8 finala:

AC Milan – Barcelona 2-0 (0-0)

1-0 Kevin-Prince Boateng, 57

2-0 Sully Muntari, 81

 

Galatasaray – Schalke 04 1-1 (1-1)

1-0 Burak Yilmaz, 12

1-1 Jermaine Jones, 45